/cms/Clubkfukskotar/ClubImages/Vardarnir.xlsx


 

Smáskótatilfar

Arbeiðstilfarið við varðum og dugnateknum er felags arbeiðstilfarið hjá skótasamskipanunum í

Føroyum.
Varðarnir eru ætlaðir sum ársmerki, har sum meginregla ein varði verður tikin hvørt árið.
Varðarnir eru:
reyði varði
blái varði
hvíti varði
guli varði
Tveir teir fyrstu eru ætlaðir smáskótum í yngra liðnum (1. og 2. skúlaflokki) og tveir teir seinru eru
ætlaðir smáskótum í eldra liðnum (3. og 4. skúlaflokki). Alt eftir hvussu liðið er skipað, kann vera
neyðugt at laga varðarnar soleiðis til, at alt liðið tekur einstaka varðan samstundis.
Endamálið við varðunum er at tryggjað, at smáskótin allatíðina mennir grundleggjandi
skótaførleikar innan tær seks gøturnar, sum eru í øllum varðunum.
Gøturnar eru:
skótalív
skapandi virksemi
sjálvbjargni
náttúra
kristindómur
felagsskapur
 

Aftur at varðunum eru dugnatekin, sum fara meiri í dýpdina við einstøkum evnum. Tey eru eisini bólkað í tær seks gøturnar, sum eru í varðunum.

Dugnatekinini eru býtt í tveir meginbólkar, har tann fyrri í høvuðsheitum er ætlaður yngra liðnum
(smáskótum í 1. og 2. skúlaflokki) og tann seinri í høvuðsheitum eldra liðnum (smáskótum í 3. og 4.
skúlaflokki). Eisini her kann vera neyðugt, at alt liðið tekur sama dugnatekin. Hóskandi er, at hvør
smáskóti hevur verið við til fýra av fimm virksemum í einstaka dugnatekininum.
Til bæði varðarnar og dugnatekinini standa ymisk virksemi, sum lúka krøvini fyri at fáa merkið.
Leiðarin kann gera av at gera onnur virksemi. Treytin er bara, at endamálið við merkinum verður
rokkið.
Til varðarnar er gjørt vegleiðandi tilfar til leiðararnar, har uppskot eru til einstøku virksemini. Til
einstøku gøturnar eru eisini gjørd uppskot um andaktir o.tíl.

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram