Patruljuskipanin

Í skótaliðnum, eru skótarnir býttir upp i eindir, vit nevna patruljur. I ein patrlju eru 5-7 skótar og hetta er ein arbeiðsháttur, ið er sermerktur fyri skótarørsluna kring heimin og hevur verið tað síðani skótarørslan byrjaði. Tað er í patruljuni, at skótin lærir sjálvbjargni, at arbeiða saman við øðrum, at hava medávirkan og kenna ábyrgd.

Góði felagskapurin og góða samanhaldið myndar eina góða skótapatrulju.

Patruljuskipanin er ein góður pallur at venja seg við at taka ábyrgd. Tað kann t.d. vera trivnaðurin í patrúljuni, ábyrgd fyri at føra patruljudagbók, fáa tilfarið til vega, geva boð til hinar í patruljuni, leggja skrá og tilrættaleggja tiltøk.

Endamálið við patruljuskipanini er, at geva so nógvum skótum sum gjørligt veruliga ábyrgd.

Patrúljuskipanin ger, at hvør einstakur skóti kennir medábyrgd fyri, at tað gongur væl í patrúljuni. Og hetta vil virka til, at hvør patrulja kennir sína ábyrgd fyri, at tað gongur liðnum væl. Við patruljuskipanin læra skótarnir, at teir hava ávirkan á tað, ið teirra lið arbeiðir við.

Brot úr “Scouting for Boys” frá 1908 um patruljuskipanina:

“Hvør patrúlja velur sær ein patrúljuførara. Leiðarin fyri liðið, væntar sær nógv av patrúljuføraranum og gevur honum fríðar hendur til skótaarbeiði i patrúljuni”

“Patrúljan er altið virkin. Einaferð um vikuna hava tit patrúljufund, har tit læra nakað nýtt, tit venja tykkum i ymiskum skótakynstri, og tú ert við i einum vinalagi har tit uppliva nakað saman.”

“Sum skóti hevur tú møtiskyldu. Týðandi er, at tú møtir til hvønn patrúljufund, tí patrúljan er ein arbeiðseind, har øll hava ábyrgdina av, at tað gongst patrúljuni væl.”

(Sitat Baden-Powell, Scouting for Boys, 1908)



Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram