LANDSNEVNDIN


  • leiðir samskipanina og hevur umsjón við arbeiðinum, soleiðis at endamál og grundreglur vera fylgd. 
  • velur umboð í: Útbúgvingarnevnd, FUR, FSR og NSK.
  • velur aðrar arbeiðsnevndir eftir tørvi. 
  • góðkennir arbeiðsúrslit hjá øllum nevndum og arbeiðsbólkum.
  • ásetur uppgávurnar hjá forkvinnuni og hinum limunum í LN.
  • leggur arbeiðsætlan fyri hvørt skótaár og kunngerð tað fyri leiðarunum.
  • hevur minst 6 fundir árliga.
  • ger, um tørvur er á tí, reglugerðir eftir avgerðum tiknar á landsfundi og broytingaruppskot í grundlóg og viðtøkum.
  • góðkennir árliga fíggjarætlan hjá samskipanini.

 

Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í nevndini. 

Fundarfrásøgnin skal góðkennast á næsta fundi.

Um nevndarlimi berst frá at møta á fundi, skal sigast frá hjá forkvinnuni og eykalimur innkallast.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram